Vend rættingini á punktunum á eini linju/markalinju - "Line > Reverse Points"
Við at venda punktum verða byrjunar- og endapunktini býtt um.
Viðmerking: Umbroytingin sæst ikki, uttan so at linjan/markalinjan er stílað við pílaoddum í eina rætning (Sí møguleika 2).
Vel møguleika 1 ella 2
Tað eru 2 møguleikar at venda rættingini á punktunum:
- Møguleiki 1 - Fyri linjur/markalinjur uttan pílaodd.
- Møguleiki 2 - Fyri linjur/markalinjur við pílaoddum.
(Møguleiki 1) - Fyri linjur/markalinjur uttan pílaodd
- Í ovastu amboðslistanum, vel Tekniamboð.
Skjótt knappaborð: Ella tú kanst trýsta á "D" knappin á knappaborðinum.
- Í Kortskoðan, trýst og drag fyri at tekna linjuna.
- Omast á Løgspjaldrinum, trýst á tannhjólið og skrúvulykilin á Amboðskassanum.
Tú sært ein glugga við Kjarnugerðir og Ískoyti møguleikum koma fram.
- Undir yvirskriftini "Ummynda" > undiryvirskriftini "Linja", trýst á leinkjuna: "Vend punktum".
- Undir yvirskriftini "Vel Lag", trýst á knappin: "Vel".
-
Trýst á linjuna sum tú gjørdi.
-
Trýst á knappin: "Vend punktum".
- Í høgra horni uppi á Amboðskassa-glugganum, trýst á "X" knappin fyri at lata gluggan aftur.
Í Kortskoðanini sær linjan út til at hava verið óbroytt, men punktini eru vend.
(Møguleiki 2) - Fyri linjur/markalinjur við pílaoddum
- Í ovastu amboðslistanum, vel Tekniamboð.
Skjótt knappaborð: Ella tú kanst trýsta á "D" knappin á knappaborðinum.
- Til høgru fyri Linjulitaveljaran, trýst á upp/niður pílarnar fyri at velja linjutjúkd. Tú kanst eisini skriva talið inn.
- Til høgru fyri linjutjúkdarveljaran, trýst á verandi linjustíl.
Tú sært fellimyndina har tú kanst velja nýggjan linjustíl.Vel ein linjustíl við pílaoddum í eina rætning.
- Í Kortskoðanini, trýst og drag fyri at tekna linjuna.
Viðmerking: Um pílaoddarnir ikki sæst, strika linjuna og byrja framferðina av nýggjum. Tá tú kemur til stigið at velja linjutjúkd, vel eitt hægri tal.
- Omast á Løgspjaldrinum, trýst á tannhjólið og skrúvulykilin á Amboðskassanum.
Tú sært ein glugga við Kjarnugerðir og Ískoyti møguleikum koma fram.
- Undir yvirskriftini "Ummynda" > undiryvirskriftini "Linja", trýst á leinkjuna: "Vend punktum".
- Undir yvirskriftini "Vel Lag", trýst á knappin: "Vel".
-
Trýst á linjuna sum tú gjørdi.
-
Trýst á knappin: "Vend punktum".
- Í høgra horni uppi á Amboðskassa-glugganum, trýst á "X" knappin fyri at lata gluggan aftur.
Í Kortskoðanini sært tú, at rættingin á pílaoddunum er vend.
Tengd grein
Seinast dagført