Broyt víddareindirnar í enskum og metriskum skipanum
Tekna eina fíguru (rættkant/sirkul/marghyrning)
- Tekna fíguruna.
Fyri at læra hvussu, vitja hesar leinkjur:Vit byrja hetta dømið við at tekna ein rættkant.
Opna og flyt Stillingar-vindeygað
- Í niðara vinstra horni á Kort-skoðanar-fótinum, trýst á Tannhjóls-íkonið.
ELLARTrýst á Valmynd í ovara vinstra horni, og vel síðani "Brúkaramót-stillingar"-íkonið.Stillingar-vindeygað kemur upp.
- (Valfrítt) Trýst og drag í kantin á Stillingar-vindeygganum so rættkanturin, tú teknaði, sæst.
Vel enska skipan og víddareindina
- Undir Máting-yvirskriftini, trýst á radioknappin fyri at velja um tú vilt hava víddareindirnar víst í Metriskt ella Enskt mát skipan.
Vit byrja hetta dømið við at velja: Enskt mát.Tú sært, at Vídareind er sett til forsetta: Sjálvvirkandi.Tað merkir, at eindirnar verða sjálvvirkandi settar til: mílur.
- Vel "Broyta-/mátaamboð" í ovara amboðsrákini.
Skjótlykil: Ella tú kanst trýsta á "Q"-knappin á knappaborðinum.
- Í Kort-skoðan, flyt músina yvir rættkantin, sum tú teknaði.
Ein upplýsingarblaðra kemur fram, sum vísir víddarmátingina í; kvadratmílum.
- Skoða Stillingar-vindeygað. Fyri Enskt mát skipanina kanst tú seta Vídareind til:
- Sjálvvirkandi - (Kvadrat-míla).
- Kvadrat-tummi.
- Kvadrat-fótur.
- Kvadrat-yard.
- Kvadrat-míla.
- Akra.
Vel metriska skipan og víddareindina
- Undir Máting-yvirskriftini, trýst á radioknappin fyri at velja um tú vilt hava víddareindirnar víst í Metriskt ella Enskt mát skipan.
Vit byrja hetta dømið við at velja; Metriskt.
Tú sært, at Vídareind er sett til forsetta: Sjálvvirkandi.
Tað merkir, at eindirnar verða sjálvvirkandi settar til: kvadrat kilometrar. - Vel "Broyta-/mátaamboð" í ovara amboðsrákini.
- Í Kort-skoðan, flyt músina yvir rættkantin, sum tú teknaði.
Ein upplýsingarblaðra kemur fram, sum vísir víddarmátingina í; kvadrat kilometrum.
- Skoða Stillingar-vindeygað. Fyri Metriskt skipanina kanst tú seta Vídareind til:
- Sjálvvirkandi - (kvadratkilometur).
- Kvadratsentimetur.
- Kvadratmetur.
- Kvadratkilometur.
- Hektari.
Sí eisini
Broyt longdareindirnar í enskum og metriskum skipanum
Seinast dagført