Send eina mynd upp í frágreiðingina hjá einum merki
Sambærilig myndasnið
Sambærilig snið eru:
- PNG.
- JPG/JPEG.
- GIF - vanlig/animeruð.
- SVG.
Stovna merkið
Fyri at læra hvussu, vitja hesa leinkjuna: Merkingaramboð—Stovna eitt merki
Send myndina upp
-
Vel Broyta-/mátaamboð í omastu amboðsrøðini.
Skjótlykil: Ella kanst tú trýst á "Q"-knøttin á knappaborðinum.
- Í kortsýninum, trýst á merkið.
Upplýsingarblaðran og merkisritilsglugin spretta upp.
- Í merkisritilsglugganum, trýst á myndaíkonið sum vísir verkfrøðiboðið: "Legg mynd afturat frágreiðing".
-
Trýst á Vel fílur fyri at velja myndina, sum skal sendast upp.
ELLADreg og slepp myndina í Dreg myndir higar økið.
-
Trýst á "Set inn"-knøttin.
- Trýst á "Goym"-knøttin í merkisritilsglugganum.
Royn, hvussu myndin verður víst
- Fyri at royna myndina, vel Hond í omastu amboðsrøðini.
- Í kortsýninum, trýst á merkið.
Upplýsingarblaðran vísir myndina.
- Tú kanst endurtaka gongdina fyri at leggja fleiri myndir afturat merkinum.
Tengd grein
Um tú vilt, at kortið støðugt skal vísa upplýsingar um merkið, kanst tú leggja ein etikett við síðuna á merkinum. Fyri at læra hvussu; vitja hesa leinkjuna: Etikettamboð—Stovna ein etikett.
Sí eisini
Broyt typografiina og sniðgevingina á tekstinum í frágreiðingini hjá einum merki
Bygg eitt SoundCloud-løg inn í frágreiðingina hjá einum merki
Bygg eitt YouTube-sjónband inn í frágreiðingina hjá einum merki
Legg eina leiðbeiningarleinkju afturat frágreiðingini hjá einum merki
Legg eina leinkju til eina heimasíðu afturat frágreiðingini hjá einum merki
Scribble Maps Lite and Pro Lite—Myndatólaamboð
Seinast dagført